

Sjóvar kommuna hevur sett 44 ára gamla Jóhan Blábjørg, búsitandi á Strondum og ættaður úr Fuglafirði, sum nýtt skrivstovufólk hjá kommununi.
Jóhan hevur arbeitt seinastu sjey árini á skrivstovu hjá Føroya Keypssamtøku, harav trý ár sum skrivstovuleiðari.
- Sjóvar kommuna er í stórum vøkstri, og tí er neyðugt at styrkja kommunalu umsitingina. Jóhan verður partur av dagliga umsitingarliga virkseminum hjá kommununi.
Jóhan byrjar í starvinum í dag 2. januar 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo