Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Runavík fríggjadagin 23. sept. Hann røddi í 150 sekund um havhest, sum reiðrast í Føroyum.

Dómsnevndin, við Katrin Apol, Marnar Fríðheim Kristiansen og Dagmar Joensen-Næs, metti, at snarrøðan hjá Jóhannisi var áhugaverd og skemtilig við ymsum fakta, sum kveikti forvitnið hjá áhoyrarunum.

Kappingin snýr seg um heilt stutt at greiða frá einum granskingar-postara.

Tiltakið var skipað soleiðis, at nakrir granskarar eftir tørni høvdu hvør sína stutta framløgu, sum var:

- at røða í 150 sekund

- ein mynd á vegginum, sum er avrit av sjálvum postaranum og

- einki kjak ella spurningar úr salinum

Hesaferð kappaðust fýra granskarar um at vinna ársins snarrøðukapping.

Havstovan ynskir Jóhannisi hjartaliga til lukku. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo