Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Gróthúsini niðri við Vatn í Vágum eru sermerkt, vøkur og hugnalig, har tey liggja, og eru til stóra gleði og gagn um summarið. Í myrkrinum um veturin síggjast tey vanliga ikki, men aftur í ár hevur Betri saman við Miðvágs Róðrarfelag tikið stig til at jólaprýða gróthúsini við ljósketum, soleiðis at formurin á húsunum sæst. Jólasmátturnar minna um eina hugnaliga bygd.

At húsini daga fram ljósskrídd sær spennandi út og er við til at skapa ein serligan og heimligan jólahýr. Hetta er ein serlig jólaheilsan til lokalsamfelagið og allar føroyingar, sum koyra ella flúgva framvið.

Hetta, saman við Nykinum, sum stendur so hábarsligur og lýsir upp, ger tað hugaligt og lívligt at koyra fram við Vatninum í hesi myrku tíðini – tá kann jólahýrurin koma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo