Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Kendasti finski leikstjórin, Aki Kaurismäki, er aftur frammi við einum stillførum meistaraverki úr arbeiðarastættini í finska høvuðsstaðnum.

Tyngd av einsemi, leita tvey fólk eftir kærleika býnum. Tey møtast á eini karaoke barr. Men burturmistar telefonir og adressur sannføra tey um, at vegurin til stóra kærleikan er lagdur við nógvum forðingum. Eisini drykkjuskapi og einum burturvilstum hundi.

Aki Kaurismäki vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes við hesum hjartanemandi kærleiksfilmi, sum er seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól.

Í eyðkenda og turrisliga retrostílinum hjá Kaurismäki, kundu vit verið førd til farnar tíðir, kanska fimmtiárini, men tann veruleiki, at kríggið í Ukraina alla tíðina verður nevnt í transistorradionum, førir við sær, at vit fata filmin sum eitt nærverandi samtíðardrama.

”Fallen Leaves” er um einsemi hjá tveimum lagnum, sum púrastani av tilvild møtast eina nátt í Helsinki og verða hugtikin og forelskaði.

Filmsfelagið hevur áður víst flestu filmar hjá finska meistaranum.

Yndisummælarin í Filmsfelagnum, Peter Bradshaw, skrivar í the Guardian: “Fallen Leaves is another of Kaurismäki’s beguiling and delightful cinephile comedies, featuring foot-tapping rock’n’roll. It’s romantic and sweet-natured, in a deadpan style that in no way undermines or ironises the emotions involved and with some sharp things to say about contemporary politics.”

Fipresci, sum er altjóða felagsskapur hjá filmsummælrum, sigur, at hetta er besti filmur í ár. Við hesum filmi ynskja vit trúføstu gestum okkara eini gleðilig jól.

Filmsfelagið 20/12 kl 20:00 Fallen leaves (Kuolleet lehdet Aki Kaurismäki Finnland 2023 81 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo