Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavn.fo: Leygardagin 25. november kl. 15.30 verður jólatræið á Vaglinum tendrað. /

Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað. Skráin verður lýst seinni.

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 2. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og sum frá líður fara vit eisini at hoyra meira um tiltakið.

Leygardagin 9. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar, sum skótarnir í KFUK hava prýtt. Eisini koma jólamenn í býin á súkklu. Hetta verður sunnudagin 17. desember.

Jólavikuna, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, verður ein rúgva av jólatónleiki í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum. Somuleiðis verða sølubásar í Betri-garðinum og á Vaglinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott. Vakri pallurin verður eisini at síggja í Tinghúsgarðinum við fleiri forvitnisligum framførslum í jólamánaðinum.

Skráin yvir øll tiltøkini í desember verður kunngjørd seinni.

Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo