Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku
Framsýningar

Innsent: Frá fríggjadegnum 30. oktober til týsdagin 3. november sýnir Jón Magnus Joensen fram málningar í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Framsýningin fevnir um fleiri enn 30 málningar – bæði stórar og smáar – har høvuðsstaðarøkið er miðpunktið. Harafturat ber til at síggja eitt nú úrval av pappírsmyndum, sum ikki hanga uppi.

Jón hevur málað síðan ungdómsárini og hevur havt eina røð av sjálvstøðugum framsýningum, eitt nú í Smiðjuni, umframt luttøku á felags- og sensureraðum framsýningum. Hann var á listaskúla í Danmark í 2003.

Stílurin er ekspressionistiskur, millum tað figurativa og abstrakta, eyðkendur av einari litfagrari palett, har ljósið spælir ein týðandi leiklut.

Jón er argjamaður, býr á Toftum og hevur egið atelier har.

Opið er:
Fríggjadag     30. okt.:     11.00 – 19.00
Leygardag     31. okt.:     14.00 – 19.00
Sunnudag      1. nov.:     14.00 – 18.00
Mánadag      2. nov.:     11.00 – 18.00
Týsdag      3. nov.:     11.00 – 18.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #