Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í farnu viku varð skipað fyri væl eydnaðum hátíðarhaldi í Løkshøll, har ið fólk í hópatali fagnaðu Jonhardi Mikkelsen, sum 11. desembur fer um tey sjeyti árini.

Mær barst frá at vera hjástaddur henda seinnapartin, men eina føðingardagskvøðu skal maðurin fáa, nú ið hann røkkur dustsins.

Øll, sum kenna Jonhard, vita, at hann er eitt arbeiðsgrev, og so eigur hann gávurnar at greina út avbjóðingar og at finna loysnir, tá ið eitt verkevni verður sett á breddan.

Eftir lokna útbúgving í Áarósa, har ið hann las enskt, og í Havn, har ið hann tók prógv í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, fór hann at starvast á Føroya studentaskúla í 1981.

Hann kom skjótt til ta niðurstøðu, at tú sum undirvísari má gera tær greitt, at tað bæði er tyngjandi og spillandi fyri føroyskt mál, at skúlanæmingar altíð skulu umvegis annað mál – danskt – skulu teir fáast við fremmandan tekst: enskan, týskan, franskan ella spanskan.

Og so setti hann sær fyri at loysa henda knútin. Sjálvandi gjørdi hann hetta ikki einsamallur, nú 24 orðabøkur/orðalistar liggja frammi á Sprotasíðuni. Nógv fólk hava lagt nógv arbeiði í hetta verkið at útvega tilfar til ein føroyskan orðabókaportal. Men maðurin úr Vestmanna hevur hildið og heldur um stýrisvølin – eingin hevði gjørt honum hetta eftir.

Jonhard hevur eisini roynst væl innan skúlans gátt, fyrst sum lærari, seinni lærugreinaráðgevi í føroyskum á Føroya studentaskúla/miðnámi árini 1981-95 og síðani sum lektari á Føroya læraraskúla/Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins 1995-2017.

Sum lærarar á lærara-/námsfrøðingaútbúgvingini høvdu vit gott samstarv, og saman sótu vit í málstevnunevndini, sum í 2007 læt frá sær álit um at bøta um korini hjá móðurmálinum á so mongum økjum. Í samandráttinum sæst, at vit mæltu løgtinginum til at játta stívliga 70 milliónir yvir fýra valskeið. Hvør einstøk játtan var nágreinað út í odd og egg.

Ein arbeiðsdag brúkti Føroya løgting upp á hetta álitið. Síðani varð tað lagt í eina skuffu, og at kalla einki er játtað av tí, sum skotið varð upp. Til at undirstrika, hvussu eiðasør okkara politiska skipan er, kann verða nevnt, at nevnda játtan er at rokna sum pinkupartur av einstøkum verkætlanum, sum nú eru á skrá – og tær gagna hvørki máli ella mentan.

Við sínum o.u. 500 útgávum er Sprotin, sum Jonhard stýrir, millum fremstu og virknastu forløgini í landinum.

Tað eigur eisini at verða nevnt, at vestmenningurin var ein av samskiparunum, tá ið verkevnið Islex varð sett á breddan árini frá 2005 til 2011.

Hetta er talgildur pallur við 54.400 orðum, sum øll uttan at gjalda ella rita inn kunnu fara inn á. Pallurin tekur støði í íslendskum.

Lærdómsstovnarnir, ið varða av Islex, eru

- Stofnun Árna Magnússonar í íslenskum fræðum, Reykjavík

- Det Danske Sprog- og Litteraturselskab, Keypmannahavn

- Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studier við lærda háskúlan í Bergen

- Institutionen för svenska språket við lærda háskúlan í Göteborg

- Fróðskaparsetur Føroya,Tórshavn

- Lærdi háskúlin í Helsinki, Finnlandi

Hetta er pallur við orðatýðingum, sum eisini  sigur frá, hvussu setningar kunnu týðast millum íslendskt, føroyskt, nýnorskt, norskt bókmál, svenskt og finskt.

Fyri føroyska partinum vóru Jógvan í Lon Jacobsen, professari, og Zakaris Hansen, námslektari, verkevnastjórar.

- - -

Vit báðir Jonhard hava altíð verið á einum máli um, at tá ið talað verður um at mynda  føroyskan  samleika  og dugna føroyskum máli, standa háskúlamenninir eina fremstir.

Eg haldi tað tí vera hóskiligt at heilsa føðingardagsbarninum við hesum ørindi, sum Janus, skald, birti í “Dimmalætting” 16. august 1941, tríggjar dagar eftir at Rasmus á Háskúlanum var farin um tey sjeyti:

Rasmus fylti sjeytí,
henda heilsan fleyg tí
fram til vísan mann.
Álmanakkin leyg, tí
Rasmus aldri sjeytí
fylla kann:
Ár granskara og skalda
høgar nornur telja og falda,
- har aðrar lógir valda –
enn hjá teim av breyðtíð,
ið fylla kunnu sjeytí,
hvat Rasmus aldri kann
- nei, nei, nei, nei – mín sann.

Takk fyri gott samstarv og mangar hugnaligar løtur, mín alvinur!

[aldavinur, onkavinur, findarvinur,  góðvinur, nærvinur, trúnaðarvinur]

Hesi eru úr Samheitaorðabókini.

Árni Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo