Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Australska kringvarpið ABC News skrivar um nýggja framsýning sum er latin upp um danan Jørgen Jurgensen, sum endaði sínar dagar í Tasmania, hagar hann kom sum fangi. Men áðrenn tað upplivdi hann so sera nógv annað - ikki minst at leggja alt Ísland undir seg og, siga íslendingar, krýna seg sjálvan til kong har.

Tað var í 1809, og sambært tí sum Jørundur, sum íslendingar nevndu hann, sjálvur segði, so var tað fyri at hjálpa íslendingum, sum liðu neyð, millum annað tí at teir ikki kundu handla frítt. Men ævintýrið vardi stutt, bara einar tveir mánaðir, so var hann rikin frá valdinum og at enda sendur til Australia sum fangi.

Hann endaði í Tasmania, ella Van Diemenslandi, sum tað tá æt.

Men søgan um Jørund er eisini áhugaverd fyri føroyingar, tí ein av næstu monnum hansara í Íslandi var Jón Effersøe, sum endaði sínar dagar í Føroyum.

Í Tasmania er Jørundur enn tann dag í dag kendur og virdur, ikki minst tí hann vann sær frælsi aftur og skipaði fyri rannsóknarferðum og millum annað arbeiddi sum landmátari og entá eisini sum eitt slag av sýslumanni. 

Les um Jørund í ABC her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo