BirkBlogg: Síðan danska sjónvarpsvertinnan, Sofie Linde, hin 26. august ikki bara fletti upp um seg sum vertur í Zulu Awards, tí hon var við barn, men eisini ákærdi ein stjóra í Danmarks Radio fyri tær grovastu sexhóttanir, tá hon var 18 ára gomul og arbeiddi undir honum, hava ákærurnar hópað seg upp um sexsjikanu á donskum redaktiónum.
Nýggjasta er, at Politiken er farin í hernað móti Ekstrablaðnum um eitt mál, har ein kvinna hevur klagað ein mann á redaktiónini fyri sexsjikanu, har úrslitið gjørdist, at ákærdi maðurin hækkaði í tign og bleiv leiðari hjá órættaðu kvinnuni. Hon rýmdi eins og Nora.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo