Mamma okkara lærdi okkum hetta: "Tað er ov seint at hugsa um at spara, tá botnurin á tunnuni kemur undan"
- Hans P. Johannesen í útvarpssamrøðu við N. J. Arge

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mamma okkara lærdi okkum hetta: "Tað er ov seint at hugsa um at spara, tá botnurin á tunnuni kemur undan"
- Hans P. Johannesen í útvarpssamrøðu við N. J. Arge
Andaktir

Áin Themsen er í Suðuronglandi. Hon hevur sína uppkomu í býnum Kreml og rennur eystureftir og ígjøgnum miðbýin í London.

Tað búgva fólk á áarbakkanum báðumegin ánna. Fólkið er eitt, hóast áin skapar skilnað og frástøðu. Fólkið býr í friði á áarbakkanum báðumegin ánna.

Myndin er talandi og verður tulkað andaliga. Eitt fólk, ein á og búseting báðumegin ánna. Myndin er ein sigandi frymil, nú próstur og biskupur vegna føroysku fólkakirkjuna eru í London á fundi í Porvoo.

Porvoo er eitt felagskristiligt samtak. Lutherskar kirkjur í Norðurlondum og í Evropa samstarva við tær anglikansku kirkjurnar. Í heyst verður umrøtt at víðka samstarvið, so tað eisini kemur at fevna kirkjur í Amerika og Kanada.

Aðalmálið er at vit kristnu standa saman um at boða evangeliið um Jesus, Guðs son og heimsins frelsara. At gleðiboðskapurin um Jesus verður boðaður inn í okkara samtíð, ið er merkt av ófriði, ótta og sundurlyndi.

Harafturat hevur felagsskapurin Porvoo tað endamálið, at vit kristnu hava virðing hvør fyri øðrum. Vit eru brøður og systrar í Harranum og eitt í Kristi. Vit kristnu eru eitt likam, og Kristus er høvur likamsins.

Tær kristnu kirkjurnar og samkomurnar eru ymiskar við atliti at bygnaði og virkishátti, men tær arbeiða saman í Jesu navni. Vit kristnu hava nógv til felags við atliti at trúgv og trúarlæru, ja nógv meira enn tað, ið skilur sundur. Vit eru ymisk og ikki eins, men eitt í Harranum!

At hava virðing hvør fyri øðrum er samsvarandi skriftini ein kristin dygd. Bíblian undirstrikar hetta so týðiliga, at hon enntá eggjar teimum kristnu at kappast um at vísa hvør øðrum virðing.

Jesu Kristi kirkja er ein heilagur og andaligur felagsskapur. Vegna Jesus rúmar alheimskirkjan allar tær kristnu kirkjurnar og øll menniskju, ið ákalla Jesu navn. Jesus er grundvøllurin, og evsta endamálið hjá kirkjunum er at kunngera hansara orð í prædiku, læru og verki.

At vit úr ymiskum londum og frá ymiskum kristnum trúarrætningum møtast og taka lut í somu gudstænastu styrkir trúgv vára. At vit saman prísa, fagna og lova okkara Guði og Harra, tað er vakurt og lívgandi.

Kristinlívið verður uppbygt í tí dagliga, kenda og heimliga. Tess vegna er tað gagnligt, at vit eiga eitt andaligt heim og ikki burturav eru andaligir vallarar. Tað er á heimavølli og inni hjá okkum sjálvum at vit skulu vera trúføst og virkin í tænastuni fyri Harran.

Gleðin í Guði og tænastan í Harranum fær ein enn størri sjónaring, tá trúareygað sær Heilaga Andans fevnandi breidd og virki. Tá vit síggja, at ein stór fjøld av kristnum vitnum vitnar um Jesus, hansara kærleika, trúfesti og umsorgan.

Tað er rímiliga lætt at vera í London og festa vakrar og fjálgar tankar á blað. Hesi deiligu menniskjuni, ið vit eru saman við hesa vikuna, møta vit einans við jøvnum millumbilum.

Teoretiskur kærleiki er mikið lættari enn tann gerandisligi veruleikin. Teoretiskt tolsemi er mikið lættari enn tann gerandisliga løtan, tá ið tolið hjá mær sjálvum møtir teimum, ið ikki eru mítt fyrsta val.

Teoretiskur kærleiki dálkar viðhvørt fólk við frávíkjandi sjónarmiðum við skitnum orðum og ringari umtalu. Víðskygt snævurskygni er tvørrandi førleiki og væntandi evnir at sammeta seg sjálvan við onnur.

At kalla seg víðskygdan krevur sjónligan og høviskan atburð í orðum og verki. Onkuntíð er víðskygni falskt vørumerki ella sjálvrættvísi.

Tey seinastu nógvu árini hevur tað verið mær ein sonn gleði at sita í stýrinum fyri tað føroyska Bíbliufelagið. Í stýrinum eru fólk úr fólkakirkjuni, fríkirkjunum, tí katólsku kirkjuni og teimum karismatisku kirkjunum.

Talan er um ein andaligan felagsskap, har brøður og systrar eru eitt í Harranum Jesusi Kristi. Viðurkenningin av øðrum kristnum kirkjum og samkomum er ein týðandi partur av trúarinnar gleði. Tað er vælsignað, at vit hava so mikið víðan sjónarring, at eisini fólk í øðrum kristnum kirkjum og samkomum uttan fyri nevnda felagsskap verða góðtikin sum sonn kristin og systkin okkara í Harranum.

Tann kirkjuliga viðurkenningin hvør av øðrum setur okkum í frælsi og avvápnar hugin at tosa niður á ella læsta onnur kristin fyri teirra trúgv og lívsførslu.

Bíblian er vegvísarin til rætta fatan og góða samveru millum menniskju. Guðs Andi opinberar og ger okkum skriftina livandi, og har Guðs Andi er til staðar er liviligt. Guðs Andi setur menniskju í frælsi at elska hvør annan.

Um vit tora at møta menniskjum úr øðrum kirkjum og samkomum í Jesu navni og uppliva teirra trúgv á Jesus Krist, hendir nakað virðismikið.

Um vit leidd av Anda Guðs tilbiðja Jesus saman við brøðrum og systrum á sama staði samstundis, sær trúareygað klárari: Undurføgur verður jørðin og undurfagur Guðs himmal. Amen.

Orðið: “Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður...” (Fyrra Korintbrævið 13,4).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #