Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Dugni: Á hátíðarløtu í Listasavn Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Tað er listamaðurin Bárður Jákupsson (1943), sum hevur sniðgivið nýggju kúluna. Í ummælið av listini hjá Bárði Jákupssyni sigur listaummælarin Peter Michael Hornung, at ”Málningalist hansara kenst av einum hugburði til litir, ið er knýttur at vøkstri og grøði í teirri sansaðu náttúruni, og fríari og rútmisk livandi pensilsskrift, sum – stílistiskt og grafologiskt – eyðkennir bæði listamansins mensku megi og fína musikalitet.

Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jákupssyni: málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting”

Hetta er fjúrtanda árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Bárður Jákupsson sigur soleiðis um tankarnar aftanfyri Kærleikskúluna 2022 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

tokkabragd

ullarlagdur

svartur nipil

har fleyg ein lógv

sólja í hvørjum hyljareyga

Heiðurin av fyrstu kúluni
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra:

Kvinnuhúsið
Um Kvinnuhúsið verður sagt:

“Tey fremja eitt serligt arbeiði fyri málbólkin hjá Dugna. Tey eru ein týðandi rødd í føroyska samfelagnum, tí tey varpa ljós á sálarligan harðskap, og teirra virksemið fevnir eisini um hjálp til sosialt og sálarliga útsett fólk.

Tey veita bæði ráðgeving og ítøkiliga hjálp til familjur og einstaklingar, ið leita sær hjálp har. Talan er bæði professionella hjálp frá fakfólki umframt nógv sjálvboðið arbeiði.

Partur av teirra virksemið er:

  • at kunna um harðskap í familju og parløgum

  • at veita hjálp til sjálvhjálp

  • at hava eina kreppumiðstøð

  • at bjóða samrøðubólkar

Við hesum eru tey við til at veita týðandi hjálp til fólk í sera truplum umstøðum.

Um kærleikskúluna
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið. Hon er munnblást, og tí eru tær allar serstakar og ymiskar – júst sum vit menniskju eru tað. Hon hevur hvítt silkiband og er pakkað í snotiliga eskju saman við einum vøkrum faldara á føroyskum og enskum. Kúlurnar eru annars framleiddar uttanlanda og síðani sendar til Føroya, har tær eru kannaðar og pakkaðar. Tað eru arbeiðsfólk á verkstaðnum hjá Dugna á Kambsdali, sum hava staðið fyri pakking. Snotiligu eskjurnar og faldararnir, sum fylgja við kúluni, eru framleidd hjá Estra í Gøtu.

Kærleikskúlan 2022 kann keypast í gávubúðum kring landið frá 23. november til 23. desember. Hon kostar 400 kr. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna. Til dømis skipar Dugni fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, sum hava torført við at fáa ella varðveita arbeiði, so hesi kunnu fara víðari út í arbeiði ella undir útbúgving. Skipað verður fyri virksemi, ið speglar samtíðina, gevur viðkomandi avbjóðingar, kveikir sjálvbjargni og førleikamennir fólk til eitt virkið lív.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017), Ole Wich (2018), Rannva Kunoy (2019), Eli Smith (2020) og Jóna Rasmussen (2021).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo