Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nýtíðarføroyska kafémentanin hevur lagt seg sum klípi aftrat okkara gomlu drekkamunnamentan, og nú kunnu vit – serliga í Havn – finna fram til júst okkara kopp av te í eini sera fjølbroyttari viftu av kaféum.

Uttan fyri nýggju kaféina Oliviu stendur hópur av barnavognum, sum ber boð um, at her er gott at vera.

Fríggjadag seinnapart á gáttini til heystferiuna, sneiði eg mær niðan eftir Áarvegnum á súkklu fyri at finna mær eina kafé at rigga okkurt av inni á fartelduni.

Paname var fyrst í huganum, men so bar eg eyga við forvitnisligar barnavognar og hesa nýggju kaféina, sum eg ongantíð hevði lagt merki til fyrr.

Olivia er sama navn sum skip og kona hjá kenda skiparanum Pola í Dali, sum eg eiti eftir umvegis abba mín.

Mundu tey ikki eisini kunna hýst einum gomlum drongi sum mær?

Jú, Jeanett strálaði líka mild sum pastelllitirnir í hesi barnavinaligu kafé, har ið familjustemmningurin var í hásæti.

Tað var ró á riðilinum av børnum, sum mintu meg um málaðu einglarnar hjá Michelangelo. Mest mammur, vinkonur hjá mammum, onkur íðin omma, tveir pápar, harav ein við yvirskeggi.

Rúmligt spælirúm og allir hugsandi hentleikar á teimum nýmálaðu og reinu vesi- og skiftirúmunum.

Jeannett hitar eina leskiliga máltíð við egnum súltaðum grønmeti, meðan eg leni meg yvir deskin at práta um, hvør ið kennir hvønn, sum føroyingar plaga.

Hon og Rannvá, sum eg hómi í bakgrundini, fingu hesa kafé av bakkastokki í summar, og hugskotið gekk aftur til barsilsárini í Danmark við tørvinum á einum stað, har ið børn sleppa at vera børn.

Hon gekk eisini høgt upp í heilsugóðan mat til børnini sum partur av menuini.

Vakra navnið á kaféini var upprunaliga eitt navn, sum hon hevði ætlað eini dóttur hjá sær. Sostatt var kaféin hennara triðja barn.

Eg seti meg friðsælur við eitt borð at skriva ein meyl, meðan eg drekki latte og eti av heimagjørdu gularótakakuni, sum smakkar himmalskt!

Uttanfyri leggjast barnavagnarnir bara til – ja hvat eru hesir ikki vakrir í mun til deyðiligar stríðsvagnar í Ukreina – fleiri damur detta inn á gólvið, og Jeanett og Rannvá stákast uttan íhald.

Eg trýsti á send, takki fyri meg og lovi at taka eina barnabók (Haruungin Nelus) við til næstu vitjan.

Onki at ivast í, at Kafé Olivia er komin fyri at vera, og eg grípi til súkkluna millum barnavognarnar uttanfyri...

Napoleon Smith
Oktober 2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo