Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðharrin var í SVF í gjárkvøldi og svaraði spurningum viðvíkjandi hví hann hevur fylgt lógini um Etiska Ráðið, og hevur skift part av Ráðnum út eftir 4 árum sum lógin sigur.

Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, sipar til løgfrøðing í Heilsumálaráðnum, í sambandi við, hvussu leingi Etiska ráðið situr. Har verður sagt:

- Tað er Heilsumálaráðið, sum varðar av lógini og tískil er tað eisini Heilsumálaráðið, ið hevur tulkingarmyndugleikan, tá ivi er um, hvussu lógini skal skiljast. Heilsumálaráðið er av tí greiðu fatan, at 4 ára valskeiðið er at skilja sum tann tíðin, sum eitt samlað ráð situr. Soleiðis at skilja at valdir ráðslimir til tíðarskeiðið 2018-2022, eru valdir til hetta tíðarskeiðið og ikki í 4 ár.

- At  hetta eisini hevur verið ætlanin hjá lóggevara kann somuleiðis grundgevast við, at vanliga sita allar nevndir og ráð undir landsstýrinum somuleiðis í eitt fast tíðarskeið, soleiðis at tá skeiðið er runnið, verða allir limir valdir av nýggjum, eisini teir ið máttu verða komnir til, eftir at nevndin varð vald av fyrstani tíð. Í hesum sambandi kann millum annað nevnast Sjúklingaráðið, Fólkaheilsuráðið, Javnstøðunevndin og Leigunevndin.

Hoyr samrøðuna her (frá 10:45)

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo