Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan § 52a fyrispurning nr. 52-149/2021 frá Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni, um kampusætlanina, settur Jenisi av Rana, landsstýrismanni.

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í mun til ætlanina um eitt savnað kampusøki í samsvari við kampusætlanina frá 2018?

2. Er landsstýrismaðurin í ferð við at seta í verk kampusætlanina frá 2018?

3. Nær kunnu vit vænta eitt liðugt kampusøki?

Svar
Til 1 og 2:
Kampusbólkurin er farin undir at fyrireika eina arkitektakapping fyri eitt universitetskampus, sum tekur støði í kampusætlanini frá 2018.

Arkitektakappingin er um ein høvuðsbygning, sum skal verða miðsavnandi fyri alt Fróðskaparsetrið, og um, hvussu alt økið endaliga skal skipast.

Bólkurin viðger í løtuni, um skilabest er at gera hetta til tvær serstakar kappingar, ella um arkitektakappingin skal fevna um bæði høvuðsbygning og um skipanina av økinum, alt um somu leið. 

Á Løgtingsfíggjarlógini 2022 eru 5 mió. settar av til hetta arbeiði.

Somuleiðis eru samráðingar í gongd við Tórshavnar kommunu, sum eigur part av matriklinum á Venjingarskúlanum, har kampusøkið ætlandi skal verða. Gongd er eisini í hesum málinum.

Til 3: Tað er ilt at siga, nær kampusøkið endaliga stendur liðugt, tí at ætlanin er at byggja kampusøkið í stigum.

Fyrsta stig í hesum sambandi er at yvirtaka og síðan at seta í stand Venjingarskúlan, so at fleiri partar av Fróðskaparsetri Føroya kunnu húsast í sama bygningi. 

Harnæst verður farið undir at byggja.

Arkitektakappingin verður væntandi útskrivað í ár.

Jenis av Rana
landstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo