- Eg veit ikki, um eg kann seta orð á alt, sum tað fer at merkja. Talan verður um eitt tektoniskt skifti, sigur viðhaldsmaðurin hjá Hamilton, Jim Lynch, við Dagbladet.
Lynch og kona hansara eru komin saman í Kansas City fyri at mótmæla amerikanska forsetanum Donald Trump, og fyri at fáa fólk út og atkvøða fyri demokratunum.
Tey vinstravendu valevnini í USA, sum kalla seg demokratiskar sosialistar, hava í ár fingið nógva uppmerksemi, men í konservativum statum sum Texas og Kansas, eru tað kristnu demokratarnir, sum ganga á odda. Hamilton er teirra millum. Dagliga er hann prestur í eini risastórari megakirkju við 24.000 limum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



