40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Leygardagin verða hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti spældar í Klaksvík, og eftir at kvinnurnar leggja fyri kl. 13 eiga menninir tørn frá kl. 17.

Kl. 17:00 SÍ – Fleyr, menn
Truplasta hálvfinalan leygardagin at spáa um er helst tann millum SÍ og Fleyr hjá monnum. Fyrsta partin av landskappingini gekst einki serligt í hond hjá SÍ, men síðani serbiski Mileta Vesovic kom aftur á liðið, eftir at leikaraloyvi hansara kom í rættlag, hevur gingið strúkandi hjá teimum, og fyri góðari viku síðani smurdi SÍ Fleyr av í landskappingini.

Tó skal SÍ ikki vænta sær, at tað verður líka lætt hesaferð, tí í dystinum seinast vantaði Mattias Nolsøe Isaksen fyri Fleyr, og haraftrat spældi leikandi venjarin Phil Freere bert við í triðja settinum. Tað sá eisini út sum um, at Fleyr ikki hevði hug at avdúka síni vápn undan hálvfinalunum, tí ímillum settini var lítið av ráðlegging um, hvussu teir skuldi basa SÍ tað kvøldið.

Men hóast Fleyr saman við Mjølni er væl á odda í landskappingini, so hevur Fleyr skinklað eitt sindur í seinastuni, og í bólkaspælinum í steypakappingini tapti liðið tveir dystir - annan ímóti júst SÍ.

Tí er ilt at meta um, hvør sigrar leygardagin, og skulu vit hava ein 5-settara, so er tað helst mest sannlíkt, at tað verður í hesum dystinum. Annars hevur eingin 5-settari verið í hálvfinalunum hjá kvinnum og monnum síðan 2020, tá menninir hjá SÍ vunnu á Fleyr. Í fjør endaðu allir dystirnir 3-0.

Kl. 19:00 ÍF – Mjølnir, menn
Steypakappingin er einasti kjansur hjá ÍF at bjarga sær kappingarárinun, sum tíðliga fór fyri skeytið, m.a. tí leikaraloyvið hjá nýggja ukrainska leikandi venjaranum Oleksandr Dmytriiev kom seint í rættlag, og so varð tað eisini steinur oman á byrði, tá serbin Vukasin Nedeljkovic meiddi seg so illa, at hann ikki er mentur at spæla restina av kappingarárinum.

Uttan slagkraftina hjá Vukasin er ilt at síggja, hvussu ÍF skal kunna hótta Mjølnir, hóast Mjølnir eisini hevur havt skaðar at dragast við, harímillum Steffan Rosenlund, men tað ljóðar, at hann kanska verður mentur at spæla aftur leygardagin. Men verður Steffan ikki við leygardagin, so hevur Mjølnir framvegis hópin av dugnaligum leikarum, sum eru mentir at spæla Mjølnir í sína fimtu steypafinalu á rað. T.d. hevur Mjølnir tveir leikarar sum eru 205 cm høgir , ein upp á 203 cm og  uppaftur ein upp á 201 cm.

Fyri hálvariaðru viku síðani fingu vit ein forsmakk upp á hálvfinaluna, tá Mjølnir og ÍF møttust í landskappingini, og tá var ÍF ikki ment at hótta stórvegis, hóast fuglfirðingar vunnu eitt sett.

Allir hálvfinaludystirnir verða vístir beinleiðis á Rás1 í Televarpinu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo