Svar upp á Fyrispurning nr. 52-072/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um aldursmark fyri mammografi screeningar, frá Ruth Vang, løgtingskvinnu
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at víðka aldursbólkin, sum fær bjóðað mammografikanning?
2. Hevur sjúkrahúsverkið neyðugu orkuna/tilfeingið, um so var, at avgerð varð tikin um at víðka aldursbólkin niður til t.d. 45 ávikavist 40 ár?
3. Hvat hevði tað kostað at víðkað tilboðið um mammografikanning til ávikavist 45 og 40 ár?
4. Í fall at landsstýriskvinnan ætlar at víðka aldursbólkin, nær kunnu vit vænta, at hetta verður sett í verk?
Svar:
Til spurning 1
Í Føroyum hevur tað síðani 2017 verið eitt alment tilboð at screena fyri bróstkrabba. Screeningin fevnir um kvinnur í aldrinum 50-69 ár og verður bjóðað annaðhvørt ár. Hetta verður gjørt í samsvar við fakligu leiðreglurnar hjá danska Heilsustýrinum. Umframt Føroyar og Danmark bjóða eisini Noreg og Finnland sama tilboð, meðan Svøríki og Ísland bjóða tilboðið til aldursbólkin 40-74 ár.
Í krabbameinsætlanini frá 2022 eru tilmæli um at betra um screeningina av krabbameinssjúkum í Føroyum. Eitt av hesum tilmælum er at víðka tilboðið um bróstscreening til aldursbólkin 45-74 ár.
Tað tvørfakliga krabbameinsráðið, sum er sett til at ráðgeva landsstýrisfólkinum um m.a., hvussu tilmælini í ætlanini skulu raðfestast, hevur sum dømi mælt til, at “...skipa eina screeningseind og seta í verk eina landsfevnandi screening fyri tarmkrabba í Føroyum”. Hesum tilmæli verður tað arbeitt við í løtuni, har screeningseindin starvsfólkaliga er styrkt, samstundis sum ein royndarverkætlan við tarmscreening eftir ætlan verður sett í verk í byrjanini av komandi ári.
Eisini varð aldursbólkurin, sum fær bjóðað screening fyri lívmóðurhálskrabba víðkaður og screeningshátturin broyttur í 2025 í samsvari við tilmælið í krabbameinsætlanini frá 2022.
Krabbameinsráðið er enn ikki komið við tilmæli um at víðka aldursbólkin, sum fær bjóðað screening fyri bróstkrabba. Játtan er heldur ikki sett av á komandi fíggjarlógaruppskoti til endamálið. Sostatt fyriliggur í løtuni ongin ítøkilig ætlan um at víðka aldursbólkin, men landsstýriskvinnan fer at taka stig til at fáa málið umrøtt við krabbameinsráðið, soleiðis at støða kann takast til, um tað eisini skal raðfestast at fáa sett hetta tilmælið í verk í hesum samgonguskeiðnum.
Til spurning 2
Um tilboðið skal víðkast við aldursbólkinum 40-49 ár ella 45-49 ár, má arbeiðið sambært Sjúkrahúsverkinum í stóran mun umskipast fyri at megna at lyfta ta uppgávuna.
Eitt nú er tørvur á nýggjum hølum, tí at núverandi hølisviðurskifti ikki megna eina víðkan av tilboðnum. Harumframt er tørvur á hægri normering til radiografar, læknaskrivarar og sjúkrarøktarfrøðingar, samstundis sum Sjúkrahúsverkið eisini fær tørv á fleiri vitjanum av ávikavist bróstrøntgenlækna og bróstskurðkonsulenti.
Tørvur verður eisini á fleiri MDT (tvørfakligum) konferansum, og fleiri screeningsmyndir skulu takast.
Til spurning 3
Meirkostnaður fyri at víðka tilboðið kann sambært Sjúkrahúsverkinum býtast upp í tveir partar.
Tann eini parturin er meirkostnaðurin fyri nýggj hølir í sambandi við, at tilboðið verður víðkað.
Hesin meirkostnaðurin er tann sami, óansæð um tilboðið verður víðkað við aldursbólkinum 45-49 ár ella 40-49 ár. Løgukostnaðurin verður í hesum sambandi mettur til umleið 3 mió. kr.
Hin parturin er kostnaðurin, sum fylgir við økta virkseminum. Um tilboðið verður víðkað við aldursbólkinum 45-49 ár, verður árligi meirkostnaðurin mettur til umleið 2,3 mió. kr. og 3,5 mió. kr., um tilboðið verður víðkað við aldursbólkinum 40-49 ár.
Sambært Sjúkrahúsverkinum verður tørvur á einari meiri nágreiniligari útrokning, um eitt víðkað tilboð skal setast í verk.
Til spurning 4
Sum nevnt, fer landsstýriskvinnan at taka stig til at fáa málið umrøtt við krabbameinsráðið, soleiðis at støða kann takast til, um arbeiðast skal við at víðka tilboðið um bróstscreening í hesum samgonguskeiðnum.
Heilsu- og orkumálaráðið, 28. oktober 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



