40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: 70% siga seg ikki vita, um teirra peningastovnur veitir serlig lán til elbil. Tað vísir nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri BankNordik.

Kanningin vísir eisini, at knapt 45% heldur ikki vita, hvørt teirra peningastovnur veitir serlig lán til orkusparandi loysnir til bústaðin.

Harumframt siga heili 74% av teimum spurdu seg ikki vita, um tey í sínum peningastovni hava møguleika til at seta sína samansparing í burðardyggar íløgur.

Fleiri lánsmøguleikar til orkusparandi loysnir
Vit bjóða okkara kundum bæði elbillán, lán til orkusparandi loysnir til bústaðin og eisini møguleikan at seta pening í burðardygg virðisbrøv. Okkara nýggjastu tøl vísa, at eftirspurningurin eftir lánum til orkusparandi loysnir er alsamt vaksandi – og serliga síðani at oljuprísirnir byrjaðu at hækka. Tað eru sostatt fleiri føroyingar, sum velja at keypa elbil og at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin.

Tú kanst lesa meira um okkara burðardyggu møguleikar til tín her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo