- Eg skrivi í løtuni spesiali í stjórnmálafrøði, og eri við at kanna hvussu flokslýdni (disciplin) er í føroyskum politiskum flokkum, og hvussu hetta kann ávirka okkara politisku skipan og fólkaræði. Í tí sambandinum havi brúk fyri at hoyra, hvussu ein vanligur føroyingur hugsar um hetta evni.
- Tískil hevði tað glett meg um tit kunnu deila á tykkara heimasíðu og Facebook, soleiðis at so nógvir føroyingar sum gjørligt kunnu svara á hesum fáum spurningunum. Longu eru meira enn 1.000 føroyingar sum hava svarað, skrivar Laura Apol.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo