Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Leiðslan í Luna hevur alla orsøk at smílast eftir besta úrslit nakrantíð í fjør. Á myndini Atli Gregersen, stjóri, við einum rognkelsi.

Luna ger stórar útbyggingar á Fútakletti.

Leiðslan í Luna hevur alla orsøk at smílast eftir besta úrslit nakrantíð í fjør. Á myndini Atli Gregersen, stjóri, við einum rognkelsi.

Luna ger stórar útbyggingar á Fútakletti.

192 milliónir krónur lógu eftir hjá alifyritøkuni Luna í fjør. Tá hevði landið fingið góðar 42 mió kr í skattum.

Ársúrslitið skal samanberast við 99 mió kr árið fyri ella eitt miðalársúrslit uppá 52 mió kr seinastu 13 árini.

Leiðslan, sum er Atli Gregersen og brøðurnir Regin og Páll, siga í frágreiðingini, at teir eru nøgdir við úrslitið, sum er merkt av eitt nú góðum prísum. Soleiðis vaks nettosølan úr 377 mió kr til 576 mió kr ella við nærum 200 mió kr.

130 fólk høvdu sína dagligu gongd hjá Luna í fjør, og tað eru 30 fleiri enn árið fyri. Lønarútreiðslurnar øktust við 10 mió kr, og vóru í fjør slakar 50 mió kr.

Eginognin rentaðist 39% í fjør og er nú nærum 537 mió kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 764 mió kr.

Stórar útbyggingar verða gjørdar á Fútakletti, har fyritøkan hevur síni smolt. Til ber kanska at siga, at sólin ongantíð hevur sæð á Fútaklett so nógv, sum hon gjørdi í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo