Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Vinna

Kappingarráðið: Kappingarráðið hevur, tann 16. oktober 2026, tikið avgerð um at góðkenna yvirtøkuna hjá P/f Wenzel av ognum Sp/f Komfortbilar við tilsøgn sum treyt, sbrt. § 19, stk. 1, sbrt. § 15, stk. 1, sbrt. § 15, stk. 2, 1. pkt.

Niðurstøðan hjá Kappingarráðnum byggir á, at P/f Wenzel hevur givið nøktandi tilsøgn í málinum, sum gongur kappingarligu ivamálunum hjá Kappingareftirlitinum í sambandi við yvirtøkuna, á møti. Sambært greiningunum hjá Kappingareftirlitinum gjørdist P/f Wenzel ov ráðandi á premium-brand bilmarknaðinum, um felagið yvirtók ognirnar hjá Sp/f Komfortbilum. Fyri at ganga kappingarligu ivamálunum hjá Kappingareftirlitinum á møti, hevur P/f Wenzel latið Kappingareftirlitinum tilsøgn í málinum, ið inni ber, at P/f Wenzel skal frásiga sær Volvo virksemið, tó soleiðis at Volvo kundar í Føroyum framhaldandi skulu hava atgongd til garanti service- og umvælingar, inntil ein onnur fyritøka hevur fingið góðkenning sum Volvo verkstaður. 

Við tilsøgnini sum treyt, hevur Kappingarráðið sostatt góðkent yvirtøkuna hjá P/f Wenzel av ognunum hjá Sp/f Komfortbilar, sbrt. § 19, stk. 1, sbrt. § 15, stk. 1, sbrt. § 15, stk. 2, 1. pkt.

Avgerðin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #