Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vegna nógva regnið seinastu dagarnar, hevur nevndin í Vága Ríðingarfelag avgjørt at útseta FM kappríðingina og Føroyaleikir, frá í dag kl 15 til týskvøldið kl 19.

Nevndin hevur kannað breytina nú fyrrapartin og meta at hon er ikki nóg trygg at kappast á. Tey harmast sjálvandi um hetta, serliga tí man veit at hetta ávirkar summi reiðfólk ið skula av landinum áðrenn týskvøldið. Mett verður tó at breytin er ikki nóg trygg í dag og tryggleikin skal sjálvsagt raðfestast hægst tá kappast verður.

Tað er tó loyvt at skifta reiðfólk, so í tí føri har fólk fara av landinum, ber til at onnur kunna ríða fyri tey týsdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo