Mínir vinir- Í 1965 fór stjórnin hjá Lyndon B. Johnson í kríggj móti fátækradømi – og fátækradømið vann
- Ronald Reagan

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ein lesari hjá VP undraðist á, hví so nógv vinstrafólk eru luttakarar í sendingini Hvør veit? hjá Kringvarpinum.

Lesarin hevur rættiliga neyvt fylgt við í sendingunum og hevur skrivað allar luttakararnar upp og eisini hvønn politiska lit luttakararnir hava.

Í summum førum er eingin ivi um politiskan lit, til dømis hjá teimum sum alment hava boðað frá tí, meðan tað í øðrum førum bert er git. Tí hava vit valt bert at brúka nøvn í teimum førunum.

Yirlitið sær soleiðis út:

Luttakarar í spurnarsendingunum um almenna vitan (sending fyri sending):

Beinta Løwe, E
Bjørt samuelsen, E
Rani Nolsøe, E
Terji Rasmessen, E

Páll Nolsøe
Joanna Djurhuus
Heini Hátún, E
Liljan Weihe, E

Nikolai Falk
Hjálmar Dam
Marianna Nagata
Jens Marni Jansen

Signar í Homrum, C
John Johansen
Svanna í Gongd
Elisa Vang

Annita á Fríðriksmørk, E
Jógvan Páll Lassen
Oddfríður Marni Rasmussen
Bergur Rasmussen

Trina Eysturoy, E
Eiler fagraklett, E
Gunnvá Zachariasen
Ria Tórgarð

Kristianna W. Poulsen, C
Ruth Vang, Fr.
Bjarni K. Petersen, Fr.
Jóannes Eidesgarrd, C

Georg N. Rasmussen
Nemus N. Djurhuus
Elsa Berg, E
Hervør Pálsdóttir, E

Dávur Winther
Sigrið Mikkjalsdóttir
Henrik Old, C
Bjørg Djurhuus, C

Katrin Petersen, E
Eir í Olavstovu
Torbjørn Jacobsen, E
Bill Justinussen, H

VP sendi hetta yvirlitið til báðar vertirnar í sendingini Hvør veit? og hevur Kári Sólstein sent eitt svar, sum vit endurgeva:

- Hatta hava vit slettis ikki havt í huga, tá ið vit tóku upp, hvønn politiska lit luttakararnir hava.

- Vit spurdu rættliga nógv fólk í øllum ættum, aldri, kyni og geografiskt. Summi bóru seg undan, av ymiskum orsøkum, og onnur søgdu ja, tey vildu fegin luttaka. 

- Púra erligt, hvønn politiskan lit fólk hava havt, hava vit ikki skonkt ein tanka, sigur Kári Sólstein, sum saman við Tróndi Vatnhamar, ger sendingina Hvør veit?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo