Føroyska vinnukavingin mennir seg alsamt, og í hesum døgum er eitt toymi av næmingum í holtur við at útbúgva seg innan vinnukaving.
Fyrrapartin avgreiddu næmingar venjingar viđ trýstkamarinum. Kavarar skulu sambært undirvísingarætlanunum hava vitan um, hvussu eitt trýstkamar kann brúkast bæði innan trýstlætting og um illa stendur til, í samband við viđgerð av kavarasjúku.
Verður kavað djúpari enn 30 metrar, skal sambært kunngerðunum eitt trýstkamar vera á kavarastaðnum.
Á myndini síggja vit næmingarnar eftir, at teir eru aftur á vatnskorpuni eftir at hava loyst ymiskar uppgávur undir trýsti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo