Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hesin kavbáturin var sæddur í Tangafirði í morgun.

Tjaldri og ein av sleipubátunum hjá Skipasmiðjuni MEST í Havn sóust eisini hjá kavbátinum.

Myndirnar vóru tiknar beint eftir klokkn 08 í morgun.

Uttanríkismálaráðið skrivar á síni heimasíðu, at talan er um eitt kjarnorkurikið far hjá amerikanska flotanum. Lagt verður at bryggju á Oyrareingjum mánadagin og vitjanin varir til hósdagin. Talan er um fyrsta kjarnorkurikna far, sum kemur í føroyska havn.

Farið hevur treytað diplomatiskt loyvi frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at koma í føroyskt sjóumveldi og í havn í Føroyum. Millum annað skal farið ikki hava sonevnd CBRN-vápn umborð, umframt at serligar treytir skulu lúkast í sambandi við, at talan er um eitt kjarnorkurikið far. Av somu orsøk eru ávís tilbúgvingaratlit tikin í sambandi við vitjanina.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur ráðført seg við løgtingsins uttanlandsnevnd um avgerðina at lata treytað diplomatiskt loyvi til flotavitjanina í næstu viku.

Í sambandi við vitjanina kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Alan Leventhal, eisini til Føroya.

Myndir: Erlingur Ellendersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo