Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fleiri áhugaverdar og fittar søgur eru at síggja á Facebook í teimum ymisku bólkunum, men kanska tann fittasta av teimum øllum er søgan um kettuna sum gongur um Lorvíksfjall at fríggja, sum hevur verið ein framhaldssøga í bólkinum Kettubólið.

- Kettan úr Gøtu blívur við at dukka upp í Lorvík at vitja sama frensin - Olaff. Gøtufólkini koma eftir henni við bili. Nakrar dagar seinni eru hon aftur í Lorvík hjá Olaf. Hetta er ein ongoing story sum kettuvinir eru við at skrædna av, tí ongin veit í veruleikanum, hvussu kettan finnur til Lorvíkar. Men helst gongur hon um fjallið, stendur millum annað at lesa.

Kristvar Nilssen, sum eigur frensin Olaff, skrivar millum annað í bólkinum, at tað er ein gáta, hvussu hon kemur til Leirvíkar.

- Onkur heldur at hon gongur upp um fjall.

- Seinast tá eg koyrdi hana aftur til gøtir til har sum hon býr, ja, tá gingu bert fáir dagar, so var hon aftur her í Leirvík og vitjaði Olaff.

- Hon er sera spøk og fitt og elskar at sleppa biltúrin aftur til gøtir.

- Í morgin sleppur hon so aftur ein biltúr heim til gøtir, skrivar Kristvar Nilssen.

Kristvar Nilssen sigur við VP, tá ið spurt verður um at endurgeva hesa sjáldsomu søgu, at tá kettan vitjar, plagar hon at búgva í havanum í vetrarsmáttuni hjá Olaff.

- Tað er ein stórur heitur kassi við teppum og kettusong, sigur Kristvar Nilssen.

Og í morgun tíðliga, skrivar Kristvar Nilssen, so kom kettan aftur á vitjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo