Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag týsdagin 9. februar eru KFUM-Skótarnir í Havn 80 ár.

Nakrir havnardreingir høvdu verið suðuri í Vági í august í 1940 á skótalegu. Thulesen prestur hevði stovnað KFUM-skótar í bygdini.

Veturin 1940/41 vóru fyrireikingar gjørdar at stovna skótalið í Havn. Teir, sum hjálptu væl til við fyrireikingunum, vóru Albert Hansen, sum hevði verið FDF-ari og Mortan Mørk, sum hevði verið gulur skóti í Havn. Gulu skótarnir vóru stovnaðir á kyndilsmessu nøkur ár frammanundan, 2. februar í 1926.

1939 stovnaði Palli Thomsen í Gøtu fyrsta KFUM-skótaarbeiðið í Føroyum.

9. februar 1941 vóru KFUM-skótarnir stovnaðir. Stovnararnir vóru: Niels Holm-Petersen, Karl Olsen, Mortan Mørk, Eivind Dahl, Albert Hansen, Jóhan Jensen, brøðurnir Poul og Tórbjørn Sørensen, Axel Tórgarð og Óla Bjørn Viðstein.

Fyrstu tíðina vóru skótarnir í Losjuni, har KFUM helt til. Har vóru tveir salir og ein køkur, har patruljurnar kundu hava fund. At byrja við vóru 6 patruljur – í hvørjari patrulju 6-8 dreingir, og fundur  var eina ferð um vikuna.

Búnarnir vóru seymaðir úr grønlitaðum posalørifti. Summir nýttu eisini uniformsskjúrtur, sum teir litaðu. Turrikløðini vóru seymaði úr reyðum satin. Ein kona sum kallaðist Bina í Dávastovu broderaði merkini, bæði staðarnøvn, royndir og liljur. Ársstjørnurnar vórðu stoyptar úr tini. Onkur hevði frætt, at knappar við lilju á vóru at fáa í einum handli, og skjótt var øll goymslan keypt! Stuttbuksur og reyðhúgva hoyrdi eisini til búnan.

Tá ið ein tíð var farin, fóru menn at hugsa um at stovna Seeonee-Flokkin, Úlvaflokkin hjá KFUM-skótunum. Úlvaflokkurin varð stovnaður 26. november1944. Tað vóru teir báðir Axel Tórgarð og Djóni í Geil, sum stovnaðu Úlvaflokkin.

Síðani 1952 hava KFUM-skótarnir hildu til í KFUM-bygningin Oman Pisuvarða. Í 1982 varð KFUM útbygt og tá fingu skótarnir sera góðar umstøður at virka undir.

Í 2019 var skótaarbeiðið á Argjum lagt saman við skótaarbeiðinum í Havn.

Hesi seinastu árini hava skótarnir eisini bygt ein skótadepil Millum Tjarna í Havnardali og eina smáttu í Kirkjubøhaganum.

Í dag eru vit 3 úlvaflokkar, 2 skótalið, 1 ungdómsskótalið, 23 leiðarar, 45 ravnar og umleið 150 limir.

Bólkaleiðari er Bogi F. Sigurstein.

Vegna corona verður einki stovningarhald nú. Hetta verður seinni í ár. Kunnað verður um tað seinni. Tá er eisini ætlanin at taka skótadeplin Millum Tjarna í brúk.

Keldur:
Skótablaðið Liljan 1979
KFUM-skótarnir í Havn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo