Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 27. februar kl. 19.30 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanina av hansara heimspeki.

Fyrilesturin fer aftur um nøkur av mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Søren Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, eisini í einum føroyskum konteksti, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.

Jákup Bogi Joensen er journalistur og kandidatur í praktiskari heimspeki á Aalborg Universiteti. Hann hevur skrivað serritgerð um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, “fortvivlelse”.

Høvið verður til spurningar kjak.

Kirkjukaffi aftaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo