Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tann serligi føroyski laksurin, sum Hiddenfjord ætlar at ala til stóra kinesiska marknaðin, fer at hava serliga tvey eyðkenni frá vanliga laksinum, sum alifyritøkan Hiddenfjord er kend fyri: Tey eru stødd og litur.

Stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, vil ikki avdúka neyvari um stødd og lit nú, men sigur, at arbeitt hevur verið við ymiskum loysnum, sum eru ætlaðar serligum marknaðum, og tann stóri kinesiski marknaðurin er avgjørt ein teirra.

- Vit hava arbeitt við tí í longri tíð, at fáa ein serligan føroyskan laks til eitt nú kinesiska marknaðin, og økt ferð er komin á arbeiðið, eftir at vit fingu kinesisk-føroysku orðabókina, tí síðani tá er eftirspurningurin vaksin munandi, sigur Atli Gregersen.

Spurdur, nær laksurin er klárur til marknaðin og hvussu hann skal flytast til eitt nú Kina, sigur stjórin, at laksurin er so at siga klárur, men bíðað verður eftir at finna eina flutningsleið úr Europa til Kina.

Les meira um serliga laksin her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo