

Fólkakirkjan: Hvítusunnudag tann 28. mai 2023 fyllir kirkjan á Kirkju 90 ár.
Í hesum sambandi verður hátíðargudstænasta í Kirkju kirkju hvítusunnudag kl. 12.00, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar.
Gudstænastan verður sjónvarpað og útvarpað.
Kirkjan á Kirkju varð vígd hin 28. mai 1933 av Jákupi Dahl, prósti, og er tað Louis Zachariasen, ið hevur teknað kirkjuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo