Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórsgøta: Hava vit tørv á fleiri venjingarhølum? Hava tónleikarar tørv á einum grafiskum samleika? Skulu vit brúka føroyingar ella útlendingar, tá vit framleiða, miksa ella taka myndir? Og hvussu setur tú prís á teg sjálvan, tá tú skalt út at spæla?

Hesi eru nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd í Perluni í Havn hóskvøldið 10. novembur kl. 19:30.

Seinasta “List til eitt vist” snúði seg um filmslist og filmsvinnu. Hesa ferð venda vit eyguni móti tónleikinum og tónleikavinnuni. Tiltakið er soleiðis skipað, at Niels Arge Galán – grafikari og frontmaður í 200 – fer at greiða frá, hvønn týdning grafiski samleikin hevur fyri 200.

Síðani verður eitt kjakpanel, sum fer at kjakast um alt frá venjingarhølum til at seta prís á teg sjálva/n. Og áhoyrarar fáa eisini høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Hesi fýra manna panelið:
- Mikael Blak
- Sigvør Laksá
- Uni Debess
- Marianna Winter

Óluva Zachariassen, journalistur, er orðstýrari

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo