Klaksvíkar kommuna samtykti á býráðsfundi í vikuni at kanna møguleikarnar at fáa privat uppí at menna sjóhitaskipanina í býnum.
Kommunan hevur síðan 2014 gjørt íløgur í grøna orkuskiftið í miðbýnum, har rørleiðingar eru lagdar og eitt pumpuhús er bygt. Í dag eru 7 bygningar knýttir í skipanina, og liggja leiðingar klárar hjá fleiri brúkarum at knýta í skipanina.
Oddmar á Lakjuni, formaður í Teknisku nevnd, hevur saman við Karl Johansen, borgarstjóra, tikið stig at kanna hendan møguleikan, við tí fyri eyga, at skipanin kann vaksa og mennast enn meira, soleiðis at flest møguligt fáa ágóðan av skipanini.
- Hetta arbeiðið stuðlar eisini undir ætlanini at skapa eina burðardygga kommunu, sum vónandi hevur áhuga hjá øðrum íleggjarum. Enn er trupult at siga, hvør niðurstøðan av hesum arbeiði verður, men vit vóna og vænta, at fleiri fara at vísa áhuga í hesum, tí saman við øðrum kunnu vit nemliga taka eitt enn størri fet á grønu leiðini, sigur Oddmar á Lakjuni.
Nú verður ein arbeiðsbólkur settur, sum skal arbeiða víðari við málinum og síðani koma við einum tilmæli til politisku skipanina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo