Klaksvíkar kommuna: Persónsskatturin fyri september er júst uppgjørdur til 21 mió.kr., sum er 1,18 mió. kr. meira enn í fjør. Vøksturin er 6%. Meirinntøkan higartil í ár (januar-september) er 10,1 mió. kr., ið svarar til 5,8%. Í fíggjarætlanini 2023 varð gingið út frá, at persónsskatturin fór at hækka 3,5% í mun til 2022 tvs. ein vøkstur upp á 8,3 mió. kr. Vøksturin higartil í ár er sostatt 1,8 mió. kr. oman fyri metta vøksturin fyri árið.
Persónsskatturin í 2023 er mettur til 246,2 mió. kr. (miðal 20,51 mió. kr. pr. mð.), og um gongdin higartil heldur sær, verða persónsskattainntøkurnar 253,4 mió. kr., sum er 5,4 mió. kr. meira enn mett.
Skattainntøkan í august gav annars 20,5 mió. kr., sum er 148 tkr. meira enn august 2022. Vøksturin er 0,7% í mun til árið fyri. Vøksturin í januar, februar, mai og juli var annars oman fyri tey 3,5 prosentini, meðan hini mánaðirnir liggja niðanfyri.
Eldraøkið forskatting og DIS, FAS Inntøkurnar fyri eldraøkið vísa eisini framgongd. Inntøkurnar januar-august eru 42,9 mió. kr., sum er 2,9 mió. kr. meira enn í fjør. Samlaðu skattainntøkurnar eru mettar til 328 mió. kr.
Á heimasíðuni hjá klaksvíkar kommunu ber nú til at fylgja við bæði inntøkum, rakstrarútreiðslum og íløgum hjá kommununi. Tølini eru tó ikki 'her og nú' tøl, men eru áleið 30 dagar seinkað.
Sí leinkjuna her: klaksvik.fo/figgjarlig-hagtol
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo