Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Klaksvíkar kommuna: Tað er ein av niðurstøðunum frá almennu framløguni, sum var av borgarakanningini í gjár. Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og nýtti høvi at takka øllum teimum áleið 800, sum hava tikið lut í kanningini. Endamálið við kanningini var at geva eitt størri innlit í, hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Fyritøkan Lóður, sum hevur staðið fyri kanningini, legði úrslitini fram. Umframt at taka áhugaverd tøl frá kanningini, varð serliga tikið fatur í evnið fólkavøkstur og fólkasamanseting. Orsøkin til at hesi viðurskifti eisini vórðu tikin fram er, at heldur lítli fólkavøksturin í norðurøkinum møguliga hongur saman við stóra ynskinum um fleiri fjølbroyttar bústaðir og fleiri mentanartilboð til bæði ung og eldri.

Nøgdsemi við grundleggjandi tænastur, so sum vatn, endurnýtsla, dagstovnaøkið og bókasavn er sera høgt, men harafturímóti liggur eitt stórt ynski um at fáa m.a. parkeringsviðurskiftini í býnum betri skipað, og at fáa arbeiðir, sum eru í gongd, gjørd liðug.

Kanningin staðfesti, at borgarar halda at Klaksvíkar kommuna er eitt gott stað at búgva í, men vísti tó eisini, at fólk halda at kommunan ikki er nóg samansjóða. Lóður vísti á, at hetta kundi hanga saman við, at Norðoyggjar eru eitt samansett økið, tá ið tað snýr seg um landafrøðiliga samanseting, politiska sannføring og virðir.

Karl Johansen sigur, at hetta merkir, at kommunan hevur eitt ríkt og fjølbroytt tilfeingi, og tað eiga vit at virðismeta og fevna við raðfestingum, sum gagnar einum fjølbroyttum og framskygdum øki.

Borgarstjórin staðfesti eisini, at umfatandi kanningararbeiðið hevur givið virðismikla vitan, sum frameftir verður tikin við, tá ið átøk, tænastur og neyðugar broytingar skulu gerast fyri at betra og málrætta tænasturnar í kommununi.

-At lata borgarar koma til orðanna gevur avgjørt eitt gott grundarlag fyri arbeiðið við framtíðarmenning av Klaksvíkar kommunu, sigur Karl Johansen.

Borgarakanningin (pdf) kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo