Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tær fyrstu tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu eru nú tøkar á Vanganum. Hetta merkir, at borgarar í allari kommununi ómakaleyst fáa atgongd til tænastur umvegis appina hjá Talgildu Føroyum. Í fyrsta umfari ber til at søkja um byggiloyvi, frípláss, mentanarstuðul, søkja um at hava tiltak á kommunalum øki og søkja um pláss í frítíðarskúla ella dagstovnapláss, og koma fleiri tænastur leypandi á veitarasíðuna.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at tænasturnar hjá Klaksvíkar kommunu nú eru tøkar á Vanganum.

- Hetta er ein dagur sum vit hava bíðað eftir við spenningi. Tað hevur stóran týdning fyri okkara kommunu at veita eina skjóta, góða og ikki minst eina einsháttaða tænastu til allar borgarar. Við Vanganum fáa borgarar í øllum aldri, í øllum bygdum, eisini teir sum eru staddir uttanlands, somu tænastu, og tað hevur stóran týdning fyri eina kommunu sum okkara.

Samstundis sum Klaksvíkar kommuna verður partur av Vanganum, gjørdist Skúvoyar kommuna tað eisini. Klaksvíkar og Skúvoyar kommuna eru næst størsta og næst minsta kommuna í landinum.

Í alt eru seks kommunur nú á Vanganum og fleiri eru ávegis í 2023. Málið hjá Talgildu Føroyar er, at  føroyingar skulu kunna avgreiða flestu av sínum viðurskiftum við tað almenna og kommunur talgilt á Vanganum.

Nicolai Mohr Balle, stjóri í Talgildu Føroyum, sigur at tey í Talgildu Føroyum eru sera fegin um at bjóða báðum kommunum vælkomnar á Vangan. Hóast ymiskar í stødd hava tær somu avbjóðingar og ynski um at veita borgarum sínum góðar og tíðarhóskandi tænastur talgilt.

Klaksvíkar kommuna arbeiðir miðvíst at menna fleiri tænastur á Vanganum, og koma væntandi fleiri sjálvgreiðslur sum árið líður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo