Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Tað er ein sannroynd, at lívfrøðiligur heilivágur ikki munar nóg væl hjá øllum gikt- og psoriasis sjúklingum og summi tola eiheldur heilivágin.

Heilsuverk Føroya hevur í umleið 20 ár bjóðað fólki við gikt og psoriasis ein klimaviðgerðartúr. Fyrstu árini til Íslands fyri sjúklingar við psoriasis, og seinnu mongu árini til Kroatia fyri bæði psoriasis- og giktasjúklingar. Landsstýrismaðurin staðfesti í svari til fyrispurning frá Edvu Jacobsen fyrr í ár, at ávísingarhátturin er broyttur, tí heilivágurin til hesar báðar sjúklingabólkar er mentur nógv seinastu árini.

Fyri tey, sum ikki kunnu taka lívfrøðiligan heilivág, hevur klimaviðgerðartúrurin alstóran týdning sum viðgerðartilboð og tí hevur Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, sett landsstýrismanninum ein §52a fyrispurning um hesi viðurskifti.

Tað er vert at nevna, at fyri nógv er lívfrøðiligur heilivágur góður, og hesin heilivágur er við til at geva nógvum fólkum eina góða lívsgóðsku, og tað er at fegnast um. Tað virkar bara ikki sum viðgerð hjá øllum og tí er umráðandi, at viðgerðartilboðið ikki fellir heilt burtur.

Fyrispurningurin kann lesast her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10203

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo