Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Almennur pallborðsfundur verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið 27. apríl 2017 kl. 19.30 og yvirskriftin er:

Klókar hendur og kvik høvd er okkara tilfeingi

Hetta er pallur fyri øll handverksáhugaði  – tað verður varpað ljós á handverkið, og um tað hevur týdning  fyri hin einsataka og fyri samfelagið, at fólk duga handverk, og hví skulu vit varðveita gamla siðaarvin?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum pallborðið fer at seta orð á og áhoyrararnir hava møguleika at seta spurningar til pallborðsluttakararnar.

Tey, sum manna pallborðið eru:
Orðstýrari Solby A. Christiansdóttir, tíðindafólk
Guðrið Poulsen, leirlistakvinna
Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins og miðnámsskúlalærari
Bjartur Larsen, grótlaðari 
Karolina Matras, Cand.Pæd Psyk, Námslektari í sálarfrøði, mál- og lesimenning
Marita Rasmussen, stjóri Føroya Arbeiðsgevarafelag 
Magni á Lakjuni, útbúgvingarstjóri, yrkisrættað niðnám
Torfinn Nón, byggifrøðingur og snikkari 
Martin Kúrberg, rúsevnisráðgevi

Tað er Bindifestivalurin, sum skipar fyri pallborðinum og hølið letur upp kl 18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo