Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan:  Fólkatalið veksur framvegis, men vøksturin minkar. Árliga broytingin fyri 2023 var 0,8%, og tað er annar mánaðurin á rað, at árliga broytingin hevur verið undir einum prosenti. Seinast, árliga broytingin var niðri á einum prosenti í longri tíð, var fyri 10 árum síðani. 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 162 og eini nettoflyting á 288 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at fólkavøksturin seinasta árið var minni enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Færri flyta
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa gongdina í til- og fráflytingini. Trendarnir í flytingunum vísa minking í bæði tilflyting og fráflyting. Tilflytingin er minkað meiri enn fráflytingin, og er nú á sama stigi sum í 2020. Samanlagt minkar hetta um nettoflytingina. Í tíðarskeiðnum frá 2017 til 2022 lá árliga nettoflytingin millum 400 og 500 fólk. Í 2023 var hon 288 fólk. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo