Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan:  Fólkatalið vaks við 383 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.683 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,7%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Samstundis var fólkavøksturin seinasta árið tann minsti síðan 2014.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin minkaður spakuliga, og nú líkist hann nógv árliga vøkstrinum á sumri í 2014.

Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo