

Tórshavnar kommuna: Kommunala Brennistøðin minnir fólk á, um ikki at lata hvassar lutir, so sum knívar og annað, í ruskposan. Í morgun stakk ein knívur úr einum ruskposa í Sámalsgøtu.
Í morgun varnaðust ruskmennirnir ein knív stinga úr einum ruskposa. Posin varð sjálvandi ikki tikin og ruskmennirnir hava gjørt vart við, at teir taka fyribils ikki rusk aftur av adressuni.
Brennistøðin ger vart við, at hetta er ikki í lagi, tí ruskmennirnir kunnu fáa stórt mein av tílíkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo