Tá portugisiska løgreglan jagstrar møguligar kokainsmuglarar á sjónum, ger hon tað í bátum hjá smuglarunum sum hald er lagt á.
Annars er tað nærum ómøguligt hjá løgregluni at fylgja við.
Og so hvørt sum meira og meira kokain verður smuglað tvørtur um Atlantshavið, gerst tað eisini hættisligari hjá løgregluni at handtaka smuglararnar, sum løgreglan sær meira og meira av á sjónum.
Hóast tað heldur stríðið hjá myndugleikunum fram at leggja hald á dýrabara hvíta pulvurið, sum er eftirspurt um alt Evropa. Eisini í Danmark, har kokainnýtslan bert er vaksin seinastu áratíggjuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



