Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Søvn Landsins/Tjóðsavnið: Í 2013 varð avgerð tikin um, at ein antikvarisk serskipan skuldi gerast fyri Koltur. Tí varð oyggin tikin úr festiskipanini.

Framyvir verður arbeitt við at varðveita og miðla ítøkiligan mentanararv og mentanarlandsløg í Koltri, at virka fyri at varðveita og miðla óítøkiligan mentanararv í sambandi við Koltur, at skapa karmar fyri vísindaliga náttúruvernd, og at skipa varðveitingarvirksemið eftir antikvariskum leiðreglum.

Framsýningin er um tey minni, sum framvegis standa og um tað virksemið, sum einaferð var. Hesi minni eru enn mong og fjølbroytt. Framsýningin er um fornfrøðiligar rannsóknir og kanningar. Talgild 3D-miðlan av fornfrøðiligum tilfari verður eisini sýnd fram, og um fólkalívsfrøðiligar ætlanir í Koltri.

Serframsýningin Koltur, fyrr, nú og framyvir í Tjóðsavni í Brekkutúni 6 í Hoyvík er opin frá 18. mai til 15. september 2016. Høvið er hjá vitjandi at síggja allar framsýningarnar um søgu og náttúrusøgu Føroya.

Tjóðsavn og Útisavnið í Hoyvík eru opin er hvønn dag í summar: mán.-fr. kl. 10-17 og ley. og sunn. kl. 14-17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo