Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Smádrongurin sum av einum óhappi á Oyrarbakka var í lívsvanda eina løtu, er um at koma fyri seg aftur, hesum boðar pápin frá á facebook.

Politiið kom fyrradagin við fráboðan um lívleyst barn sum var funnið í barnagarðinum á Oyrabakka, men hevði ikki fleiri viðmerkingar tá.

Nú hevur pápin, Marius Fríðálvur Joensen, hesi gleðiboð á facebook:

Hey tit øll góðu fólk, her er ein lítil heilsan av Intensiv á LHS Til øll tykkum sum á ein ella annan hátt hava sent okkum heilsu/tankar og bønir teir síðstu 36 tímarnar; stóra takk fyri at tit hugsaðu og bóðu fyri okkara lítla Fríða

Sjálvur var man til skips, tá man fekk tey ringastu boðini ein kann ímynda sær, nemmiliga at lítla barni var fari frá okkum, tað var líka sum, at alt samalt steðgaði upp, og lívi bleiv púrasta broytt upp á eitt splitt sekund.

Reiðarin hjá mær, tók og handlaði rættuliga skjótt, gjørdi ikki matari enn, at leiga mær eitt leiguflogfar beinleiðis til Føroyar úr Skotlandi, tað var sera sera pent gjørt av honum, skal sigast

Frá at hava verði í svartasta holinum ein kann ímynda sær, eru nokk allar bønir hoyrdar, og uppreisnin bleiv ein veruleiki Ætlanin var at prøva at sløkkja andingartóli í dag, og vita hvussu kroppurin reageraði, tað var ein sera nervapirrandi løta, ið tá fór fram, tí tá kundi eingin siga við vissu hvat tá fór at henda; jú mín sann:) eftir ca. 25min aftaná tey høvdu steðga allari medisin viðgerð, byrjaði lítli at vækna til lívs aftur, tað var barasta ein so óbeskrivilig løta, at tað kann ikki setast orð á ta løtuna

Eg vil samstundis eisini siga eina stóra tøkk til pedagogarnar/hjálparfólkini í barnagarðinum, fyri skjóta og góða, professionella hjálp alt fyri eitt, tá nú óheldig skuldi verða úti, hattar var eitt henduligt óhapp, ið eingin orduliga kann verja seg ímóti, og saman koma vit sterkari útaftur, aftaná eina slíka ræðuliga hending!

Eisini eina stóra tøkk til okkara sera dugnaligu kommunu læknar, ið vit hava í Sunda Kommunu, uttan øll tykkum, hevði Fríði nokk ikki verði millum okkum meir!!

Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo