Viðhvørt er tøgn besta svarið
- Dalai Lama

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin, dýra biðidag, verður møti í Betesda, Klaksvík, kl. 18:00, har Jens Bech fer at tala um evnið: ”Hin fyrra uppreisnin og afturkoma Jesusar”, og har Jógvan Mortensen fer at framføra nakrar sangir.

Afturkoma Jesusar verður umrødd nógv í orði Guds, og um hetta hevur tín áhuga, hevur tú eitt gott høvi at hoyra nærri um hesa framtíðar hending á møtinum í Betesda í Klaksvík dýra biðidag klokkan 18:00.

Jens Bech av Skála arbeiðir fulla tíð sum trúboðari, har ein munandi partur av tænastu hansara er at virka sum bíbliulærari kring um í brøðrasamkomunum, bæði her heima og uttanlands. Dýra biðidag verður høvi at hoyra hann tala um hetta sera áhugaverda evnið: ”Hin fyrra uppreisnin og afturkoma Jesusar”.

Jógvan Mortensen, sum bæði er sangari og klavertónleikari, fer at framføra nakrar sangir á møtinum saman við øðrum tónleikarum. Umframt at hava ábyrgdina av tónleikinum hjá Kvartettini í Betesda, framførir Jógvan eisini sjálvur sangir, og á møtinum dýra biðidag fer hann at syngja onkran av sínum egnu sangum.

Hjartaliga vælkomin á møti í Betesda dýra biðidag kl. 18:00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo