At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Løgmálaráðið: Hesa vikuna eru fýra luttakarar (fellows) á skeiði um aling á P/f Fiskaaling. Í tí sambandi varð skipað fyri kunningarfundi fyri nýggja landsstýrismanninum í menningarsamstarvi og neyðhjálp, Bjarna Kárasyni Petersen, úti í Tinganesi seinnapartin.

Skeiðið er skipað í samstarvi við íslendska vitanarstovnin GRÓ, ið umsitur ST-menningarskránna Fisheries Training Programme, sum er ein av menningarskráunum undir UNESCO.

Í 2019 undirritaðu Uttanríkistænastan og P/f Fiskaaling samstarvsavtalu um altjóða menningarsamstarv, ið hevur til endamáls at virka fyri máttmenning (Capacity Development) við útbúgving, gransking og vitanardeiling. Eisini skulu átøk setast í verk, sum hava til endamáls at breiða út vitan og serkunnleika til frama fyri menning og “good governance” innan aling í menningarlondum. Vegna Covid-19, og síðani Omikron, varð tó einki ítøkiligt virksemi tey fyrstu árini.

Í 2022 varð farið undir eina samstarvstilgongd við GRÓ, sum hevur víst áhuga fyri P/f Fiskaaling og føroysku servitanini innan aling, har lagt varð upp til, at P/f Fiskaaling tekur sær av parti av undirvísingini um aling.

Sum úrslit av hesi tilgongd eru nú teir fyrstu luttakararnir komnir til Føroya at taka lut í aliverkstovuni hjá P/f Fiskaaling. Talan er um tríggjar kvinnur og ein mann úr Nikaragua, Kosta Rika, Jamaika og Kenja, sum umframt at nema vitan og kunnleika á P/f Fiskaaling eisini fara út til alifyritøkur at nema sær praktiska vitan.

Landsstýrið hevur sett sær sum mál at virka fyri burðardyggari menning sambært heimsmálum Sameindu Tjóða. Sum ríkt og framkomið land skal íkast Føroya ikki einans fevna um fígging, men eisini um vitan, førleikar og royndir. Tí var upplagt hjá landsstýrinum at gera eina samstarvsavtalu um menningarsamstarv við P/f Fiskaaling, sum føroysk granskingarfyritøka við serligum førleikum innan gransking, menning og ráðgeving um aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni.

- Tað er gleðiligt, at P/f Fiskaaling nú eisini fær ein aktivan leiklut sum føroyskur vitanarstovnur á menningarsamstarvsøkinum. Landstýrið hevur frammanundan væleydnað samstarv á menningarøkinum við Fróðskaparsetur Føroya og Jarðfeingi um afturvendandi SACS-skeiðini (Summer Academy on Continental Shelf), ið hava fingið góða undirtøku og viðurkenning á ST aðalfundinum í 2022, sigur nýggi landsstýrismaðurin í menningarsamstarvi og neyðhjálp, Bjarni Kárason Petersen, í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo