Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. apríl 2023. Nýggj kunngerð um eldratænastur er lýst at koma í gildi 1. apríl 2023, og hon gevur kommununum heimild til sjálvar at áseta gjøldini fyri sínar eldratænastur, sum ikki eru broytt síðan 2015.

Á býráðsfundi 23. februar 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri heimatænastu, eldrabúpláss og umlætting í Tórshavnar kommunu áðrenn 1. mars 2023. Hetta í sambandi við nýggju kunngerðina, sum er lýst at koma í gildi 1. apríl 2023, og sum gevur kommununum heimild at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur.

Broytingarnar í gjøldunum fyri eldratænasturnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:

- Broyting í gjøldum fyri eldrabúpláss 1. apríl 2023

- Broyting í egingjaldi fyri heimahjálp 1. apríl 2023

- Broyting í gjaldi fyri umlætting 1. apríl 2023

Gjøldini fyri eldratænasturnar hava higartil verið ásett í kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014 og eru ongantíð broytt. Sostatt hava somu gjøld verið galdandi fyri heimatænastu, búpláss og umlætting síðan 2015.

Vit teimum broytingum, sum eru lýstar í nýggju kunngerðini, fáa kommunurnar nú heimild til sjálvar, eftir ávísum leisti, sum er lýstur í kunngerðini, at áseta gjøld fyri heimatænastu, eldrabúpláss og umlætting. Kommunufelagið hevur lagt fram uppskot um felags leist fyri áseting av gjøldum. Uppskotið og nærri frágreiðing sært tú á heimasíðuni hjá Kommunufelagnum.

Málsviðgerðina í Tórshavnar Býráð finnur tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir.

Nýggja kunngerðin kemur í gildi 1. apríl 2023. Hon avloysir Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014.

Semja um felags gjøld fyri eldratænastur (kf.fo)

Finn dagsskráir og fundarfrásagnir

Kunngerð nr. 6 frá 30. januar 2023 um broyting í kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo