Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til at geva umsitingini heimild til at kanna áhugan fyri at byggja á Signabø og í Kollafirði, áðrenn endalig heimild verður givin til at byggibúgva fleiri bústaðarøki.

Tórshavnar komma fekk fyrispurning frá Betri Banka um at keypa eina trøð á Signabø, har pláss er fyri umleið 18 grundstykkjum. Tvey feløg bjóðaðu uppá at gera økið byggibúgvið.

Tilboðið vísir, at tá keypið av lendinum og eftirlit og veitingar annars eru íroknað, so kemur prísurin upp á umleið 700 túsund krónur fyri stykkið. Men á seinasta borgarafundi kom fram, at ongin var áhugaður í at keypa fyri henda kostnað.

Viðvíkjandi sethúsabygging á Signabø, so er tilmælið til býráðið í kvøld, at kommunan fær heimild at keypa økið frá Betri Banka fyri góðar tvær miljónir. Men tað er treytað av, at nóg stórur áhugi er fyri útstykkingini. Tað vil siga, at umsitingin kannar um áhugi er at keypa fyri ásettan kostnað, og treytað av áhuga, so verður endalig heimild givin.

Leingi ætlaða útstykkingin við Lygnes, sonevnda matr. 203c, er aftur á skrá. Ikki hevur borið til at selt hetta økið frammanundan. Ynskið var at bjóða ein part av økinum út til aktørar at menna til bústaðir, íbúðir ella raðhús, eigara- ella leiguíbúðir. Men her var ongin áhugi.

Ístaðin varð so mælt til at royna at skipa økið við vanligum sethúsum ístaðin og at útstykkja á sama hátt sum á Signabø. Eigararnir av matriklunum vilja selja og mett verður, at samlaði kostnaðurin fyri hvørt grundstykki verður 410 túsund krónur – hetta merkir, at tá tað er byggibúgvið, kostar hvørt grundstykki um 780 túsund krónur.

Men ynski eru ikki um at keypa grundstykkir fyri henda kostnað, tá tilsvarandi grundstykkir í grannakommunum kunnu fáast nógv bílgari. Eisini vísa royndirnar frá útstykkingini í Hamrabø, at neyðugt var at lækka prísin fyri grundstykkini.

Tí verður mett, at rættast er at bjóða hesi grundstykkini út, fyri at staðfesta áhugan millum møguligar keyparar, áðrenn farið verður víðari við at keypa lendið og byggibúgva grundstykkini, gera veg og annað tilhoyrandi.

Tí tekur býráðið í kvøld støðu til, at umsitingin fær heimild at keypa økið, men at fyrst verður kannað, um nakar áhugi er at keypa stykkini fyri nevna kostnað.

Í kvøld tekur býráðið eisini støðu til at keypa innaftur eitt óbygt grundstykki í Bøgøtu og at útluta tað aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo