Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kommunufelagið: Óvissur eru framvegis um stóran part av kommunalu fíggjarætlanunum fyri komandi ár. – Løglistin er kjokkfullur, men her eru altso nøkur viðurskifti, sum kommunurnar ikki kunnu bíða eftir meir, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.

Lønarlyft, tøkugjøld, veiðugjøld, kommunala skuldarmarkið, stytt arbeiðsvika og havnastongsul. Hetta er eru øll viðurskifti, sum sitandi samgonga antin hevur broytt ella hevur sett sær fyri at gera broytingar í. Øll hava tey beinleiðis ávirkan á allar teir 29 kommunukassarnar kring landið. Kommunufelagið má tí minna á, at her eru viðurskifti, sum liggja á láni úti í Tinganesi, og sum mugu avklárast ongantíð ov skjótt.

- Allar kommunur sita í hesum døgum og meta um inntøkur og raðfesta útreiðslur fyri komandi ár. Trupulleikin í ár er tó, at har liggja stórar rokningar og munandi inntøkur og bíða eftir okkum úti í Tinganesi. Vit kenna bara ikki upphæddirnar, og tí er grundarlagið fyri at gera fíggjarætlanir alt ov óvist, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.

Lønarlyftið skal í stóran mun lyftast úr kommunukassunum, tí tað fyri tað nógva eru kommunal starvsfólk, sum skulu hava meira í lønarposan frá 1. januar 2024. Landsstýrið hevur lovað kommununum at bera útreiðslurnar á fíggjarlógini við at flyta útreiðslur av kommunalu fíggjarætlanunum yvir á løgtingsins fíggjarlóg. Hetta krevur lógarbroytingar, men kommunurnar hava onki slíkt uppskot sæð enn.

Veiðugjøldini og tøkugjøldini hevur tingið við samgonguni á odda gjørt grundleggjandi broytingar í. Kommunurnar gjørdu alment og á fundum við landsstýrið vart við, at hetta fór at raka kommunukassarnar sera meint. Og tað eydnaðist at fáa semju um, at ein partur av tøkugjøldunum og ein partur av veiðigjøldunum skuldi fella til kommunurnar. Enn vantar tó ein avkláring av, hvussu hesar inntøkur skulu býtast millum kommunurnar. Hetta skal gerast í kunngerðum, men enn hava ongar samráðingar verið um, hvussu hesar kunngerðir skulu orðast.

Samgongan hevur eisini gjørt av at ganga einum ynski frá kommununum á møti um at fáa dagført sonevnda skuldarmarkið.

Skuldarmarkið setir loft fyri, hvussu nógv ein kommuna kann læna, og hevur hetta stóran týdning fyri, hvussu ein kommunan kann raðfesta íløgur fram í tíð. Markið hevur altíð tikið støði í inntøkunum hjá kommununum, men tað hevur ikki fylgt við teimum broytingum, sum hava verið í inntøkugrundarlagnum hjá kommununum. Lógarbroytingin kom ígjøgnum tingið 4. mai 2023, men endaliga ásetingin skal koma í einari kunngerð, og hendan tykist ikki vera komin nakran veg.

Samgongan hevur harumframt sett sær fyri at arbeiðsvikan skal styttast. Enn er tó onki komið fram um, hvussu man heilt ítøkiliga ætlar at fara fram. Av tí sama vita kommunurnar ikki, um tær longu frá 1. januar 2024 skulu finna fleiri starvsfólk at vera um børnini í dagstovnunum og at taka vaktir á røktarheimum og í heimatænastuni.

Havnastongsulin er seinasta málið, sum hevur borið við sær, at kommunalu inntøkurnar eru skerdar. Avleiðingin av stongslinum hevur víst seg at vera nógv víðfevndari enn væntað, og veruleikin er, at virksemi av russiskum skipum, hjá havnum og tænastuvinnuni, er farið niður í lítið og onki. Landsstýrið hevur sagt seg vilja bera niðurgongdina í kommunalu inntøkunum, sum havnastongsulin hevur havt við sær, men enn hava vit onki ítøkiligt frætt um hetta úr Tinganesi.

- Vit fegnast um, at hendan samgongan gevur kommununum ans og vil taka kommunurnar við í øllum lutum, sum hava týdning fyri okkum. Men tíðin er nú komin hartil, at vit kenna okkum hava áneyðir á at gera tað greitt fyri landsmyndugleikanum, sitandi samgongu, at omanfyrinevndu viðurskifti verða raðfestast alt fyri eitt. Annars hongur kommunali búskapurin heilt einfalt ikki saman frá og við 1. januar 2024, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo