Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almannamálaráðið: Kommunurnar hava fleiri ferðir, síðan eldraøkið var lagt út til kommunurnar at umsita í 2015, gjørt vart við, at tær sjálvar áttu at havt heimildina at áseta gjøldini fyri røkt og tænastur á eldraøkinum, soleiðis at vald og gjald fylgjast.

Fyri at eftirlíka ynskinum frá kommunum, hevur landsstýrismaðurin í almannamálum tí í dag sent tvey broytingaruppskot til kunngerðir til ummælis. Talan er um kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a. og kunngerð um umsiting av samsýning fyri ansing av eldri og óhjálpnum persónum. Uppskotini kunnu lesast HER.

Fyrra uppskotið leggur upp til, at kommunan fær heimild at áseta eitt hægsta møguligt gjald fyri at búgva á ellis- og røktarheimi og eldrasambýli. Sama verður galdandi fyri heimahjálp.

Seinna uppskotið er um broyting av upphæddini, sum verður veitt í ansingarsamsýning. Ansingarsamsýning kann veitast persóni, ið ansar eldri og óhjálpnum persóni heima. Henda upphæddin er lítið og onki broytt síðani 2010. Í uppskotinum verður lagt upp til, at upphæddin hækkar til 18.000 kr. um mánaðin í mun til í dag, har upphæddin er 10.789 kr. um mánaðin.

Broytingarnar koma eftir ætlan í gildi 1. januar 2023.

Ummælisfreistin er 26. september 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo