Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Nú tíðin nærkast, at valevnislistarnir fara at verða kunngjørdir, fer ikki at ganga lang tíð til valevnir fara at koma við lyftum. Nøkur lyftir fara at verða realistisk, meðan onnur verða órealistisk.

Eg fari nú at kunngerða og grundgeva fyri trimum av mínum lyftum:

1. Í samband við dagføringina av Ellis- og Røktarheiminum á Sýnini, valdi sitandi bygdaráð, at hækka skattaprosentið úr 21% uppá 21,7%. Í august mánaða 2019 er Sørvágs kommuna liðug við at gjalda sín part av láninum, ið varð tikið í samband við dagføringina av Sýnini. 0,7% svarar til á leið 1,1 mill. um árið. Eg vil, tá ið vit eru komin til august mánaða 2019, lækka skattin niður aftur til 21%.

2. Sørvágs kommuna er nógv fríðka tey seinnu árini. Tað er til gleði og gagns bæði fyri okkum borgarar og vitjandi. Eg vil, at hendan fríðkan skal halda áfram, at vit í komandi valskeiði seta fólk at viðlíkahalda grøn-/fríøkir, skipa fyri ruddingardøgum o.a.

3. Kommunan eigur skúla í Mykinesi, Gásadali, Bø og í Sørvági, hon eigur musikkskúla, húsið við Gil, barnagarð og frítíðarskúla. Hetta er bert ein partur av húsum, sum kommunan eigur. Húsunum vænta innihald og er mín ætlan, at kommunan setur fólk, at skipa fyri tiltøkum, kunna um møguleikar og eggja fólki at brúka hús og hølir í kommununi. Hesin persónur kundi verði trivnaðarstjóri, samskipari? Kallað hann, sum tú vil :)

Eg eri til reiðar og førur fyri, at menna kommununa saman við tykkum.

Hendrik T. Olsen,
kommunustýrislimur og valevni til kommunustýrisvalið 2016 í Sørvágs kommunu.

X við Hendrik T. Olsen 8. november

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo